Ferðavinnan í Norðoyggjum søkir eftir leiðara til Norðoya Kunningarstovu.
Høvuðsendamálið hjá Norðoya Kunningarstovu er at
-menna ferðavinnuna í norðoyggjum
-framleiða kunnandi tilfar
-samskipa tiltøk, útferðir o.a.
-samstarva við veitarar, feløg og kommunur í økinum
-samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar
Vit bjóða
-eitt áhugavert og fjølbroytt starv
-eitt umhvørvi í støðugari menning
-møguleika fyri nýhugsan og nýskapan
Vit vænta av tær at tú
-hevur fíggjarligt tev
-hevur leiðsluførleikar
-hevur góð samstarvsevni
-ert nýhugsin og ágrýtin
-kanst handfara og trívast við einum skiftandi arbeiðsdegi
-hevur góðan telduførleika
-dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Umsókn
Umsókn við viðmælum og prógvi skal sendast Norðoya Kunningarstovu, postboks 269, 710 Klaksvík ella við telduposti til kateh@klaksvik.fo í seinasta lagi 7. oktober 2013.
Spurningar ella meiri kunning
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Kate Hammer, virkandi leiðara, á tel. 456939 ella t-post kateh@klaksvik.fo
Tak niður lýsing sum PDF niðanfyri:




