Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík nærkast

Jákup Ósá

Team Klaksvík fylgdi við STÍF nærum allan dystin, men endaði við at tapa við 6 málum.

Team Klaksvík hevur spílað seg út hetta kappingarárið. Við m.a. nýggjum venjara og tveimum útlendingum frá byrjan er grundarlagið lagt fyri einum øðrvísi kappingarárið enn í fjør, tá liðið einki stig fekk.

STÍF vitjaði í dag í 2. umfari í landskappingini. Team Klaksvík tapti stórt í 1.umfarinum, tá KÍF vann heili 34-13, so trupult var at meta um, hvat væntast kundi av hesum dystinum, tí nógv verður væntað av STÍF í ár. Hjá Team Klaksvík var Zarko Pejovic við og Igor Petrikeev var eisini blivin klárur og spældi allan dystin. Dánjal Kjærbo hevði leikbann.

Skjótt sást, at Team Klaksvík ikki var til at kenna aftur. Tí tað leikaði ógvuliga javnt og støðan var 9-8 til STÍF áðrenn teir fingu økt til meira enn eitt mál. Hálvleiksstøðan var 14-10 til STÍF.

Í seinna hálvleiki helt hesin munurin sær fyri tað mesta. Tá 8 minuttir vóru eftir kom Team Klaksvík niður á 3 mál og hevði álop til at minka um til 2 mál, men tóku ikki av og fingu ístaðin útvísingar seinastu løtuna, ið kostaðu. Endaliga úrslitið gjørdist 30-24 til STÍF, sum samanlagt var tann munin betra liðið.


Spennandi Team Klaksvík lið

Hjá Team Klaksvík sær man, at liðið er um at koma seg hóast sterku útlendingarnir ikki hava havt nógva tíð við venjing saman við hinum upp undir dystin. Zarko Pejovic spældi ein góðan dyst, meðan Igor Petrikeev uttan iva var merktur av, at hann hevur havt trupulleikar í arminum seinastu tíðina. Men kanska besti leikarin á Team Klaksvík var nýggi málverjin Eli Gærdum, sum til tíðir vísti stórspæl og sær út til at vera stórur fongur hjá klaksvíkingum. Tá – ella um – allir leikararnir hjá Team Klaksvík vera tøkir og heilt væl upplagdir, so fer liðið mest sannlíkt at vera rættuliga áhugavert at síggja og helst eitt lið, sum fer at fáa fitt av stigum. STÍF liðið sær út til at hava nógvar streingir at spæla uppá og kann skjótt blíva eitt av liðunum, ið kemur heilt langt í ár. Í avgerandi løtunum høvdu teir fleiri streingir at spæla uppá og hildu høvdið kalt.