Í morgin eru munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum og Karsten skal svara spurningi frá Eyðgunn Samuelsen.
Munnligur fyrispurningur
til
Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum
viðvíkjandi umbygging/umvæling av Klaksvíkar Sjúkrahúsi o.a.
1) Er avgerð tikin um, hvat umbygging/umvæling av Klaksvíkar sjúkrahúsi skal fevna um?
2) Er játtanin nøktandi, og nær kann væntast, at umvælingin verður liðug?
3) Viðførir játtanin til rakstur av Klaksvíkar Sjúkrahús í 2014 uppsagnir?
4) Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at raðfesta íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðnum 2016 – 2024?
Viðmerkingar :
Í kørmunum fyri 2011 vóru settar 15 mió.kr. av fyri árini 2011-2013 til bráðneyðugar umbyggingar og umvælingar. Verklagslóg var samtykt í februar 2012, og fer hon úr gildi tann 31 desember 2014.
Nú fíggjarárið 2013 er meira enn hálvrunnið, síggja vit, at 2,5 mió.kr. av hesi játtan ikki verða nýttar í ár.
Tí er spurningurin, um væntandi avgerð um, hvussu játtaði peningurin skal nýtast, hevur havt við sær, at ætlanin er seinkað. Ein annar spurningur er, um játtanin er nøktandi til at fáa sum mest burtur úr peninginum. Ein játtan á 15 milliónir íalt til at umvæla gamalt og umbyggja, so raksturin verður skynsamari, kann hugsast at vera í minna lagi.
Klaksvíkar Sjúkrahús var skorið í játtanini til rakstur fyri 2013 vegna umbyggingina. Sambært uppskoti til fíggjarlóg fyri 2014 verður virksemið tillagað og lækkað í sambandi við: ”at farið verður undir verkætlanina at umbyggja og umvæla sjúkrahúsið”. Haraftrat er játtanin bert framskrivað við 700 túsund krónum, hóast lønarframskrivingin er 1,1 mió. kr. Munurin á 400 túsund krónur kemur av flyting millum røktarheimið og sjúkrahúsið, tí 8 færri røktarheimspláss verða í 2014.
Sambært íløgujáttanini hjá samgonguni, ið gongur fram til 2024, eru eingir pengar settir av til Klaksvíkar Sjúkrahús aftaná 2014, hóast ein verkætlan um útbygging fyriliggur. Seinastu 14 árini eru 780,7 mió. kr. játtaðar til íløgur í tey trý sjúkrahúsini, av hesum eru 96 % brúkt á Landssjúkrahúsinum, 2,7 % á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Í sambandi við komandi heilsunýskipanina verður lagt upp til at leggja fleiri uppgávur til primeru heilsutænastuna, verkætlanin um útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsið, sum liggur í Heilsumálaráðnum, leggur júst upp til at samskipa hetta økið. Tí hevði tað verið nærliggjandi, at landsstýrismaðurin í sambandi við heilsunýskipanina tók avgerð um at fremja hesa byggiætlan og setti pening av til íløguna, aftaná at umvælingarnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi verða lidnar, væntandi í 2014.
Á Løgtingi, 8. oktober 2013
Eyðgunn Samuelsen




