Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipari úr Vestmanna bjargar 141 flótta fólk úr Sýria

John William Joensen

Um kvøldi tann 7. oktober var danska farmaskipið Seago Felixtowe, hjá Maersk, á veg gjøgnum Miðarahavið tá skiparin, Heri Niclassen, úr Vestmanna, fekk boð frá MRCC høvuðsstøðini í Rom, at fara einum báti til hjálpar sum hevði sent út neyðarkall.

Um kvøldi tann 7. oktober var danska farmaskipið Seago Felixtowe, hjá Maersk, á veg gjøgnum Miðarahavið tá skiparin, Heri Niclassen, úr Vestmanna, fekk boð frá MRCC høvuðsstøðini í Rom, at fara einum báti til hjálpar sum hevði sent út neyðarkall.

Tá teir komu fram til bátin sum rak fyri vág og vind kundu teir staðfesta at báturin var fullir av flóttafólkum, 141 í tali harav 39 kvinnur, 28 børn og 74 menn.

Av tí at veðrið var sera vánaligt miseydnaðist fyrsta royndin at bjarga flóttafólkunum, men so var ein leys landgongd rigga til samstundis, sum báturin við flóttafólkum við línum var hildin tætt at skipssíðuni.

Hetta kravdi sera nógv av góðum og lagaligum sjómannskapið har alla tíðina var manurera við høvuðsmotori og bóvskrúvum.

Flóttafólkini vóru síðan fest í lívlínu meðan tey eftir fastari mannagongd vóru tikin upp gjøgnum landgongdina umborð á skipið.

Reiðarríði sigur at manningin framdi eitt fantastiskt bragd.  Meðan flóttafólkini, ein fyri og annar eftir gingu upp gjøgnum landgongin var alla tíðina tosa eggjandi og jaligt – Kom nú – tit klára tað – bara trý stig eftir… oso. fr.

Meðan ungfólki og eldru fólkini sjálvi kláraðu at ganga upp gjøgnum landgangarin høvdu fleiri av mammunum ilt við at lata børnini frá sær.

Til endans høvdu 101 fólk megna at klúgva upp gjøgnum landgongina, men tey sum eftir vóru umborð vóru eldri fólk, smá børn, ein brekaður maður og ein barnakona sum var komin 8 mánaðar.

Tí var avgjørt at finna eina aðra loysn.

Avgerð var tikin um at lora landgangaran heilt niður til neyðstadda bátin við tveimum av manningini á danska skipinum standandi á sjálvum landgangaranum.

Tá komið var niður móti neyðstada bátinum hildu teir báðir mennirnir so frætt teir kundu, neyðstadda bátinum, samstundis sum teir hálaðu børn og vaksin upp gjøgnum landgongin.

So hvørt sum flóttarfólkini komu upp á dekki stóð ein maskinmaður fyri teimum og við einum metaldetektor kannaði fyri skotvápn og knívar.

Meðan arbeitt var við bjargingini fór at regna ógvusliga og tað gjørdi arbeiðsumstøðurnar verri. Men tað hjálpti eisini at doyva ræðuliga luktin sum kom frá neyðstøddu flóttarfólkunum, sum høvdu liva í dagar undir ómenniskjaligum korum.

Skjótt vóru øll umborð uttan brekaði maðurin sum ikki var førur fyri at ganga.

Tí var ein børa lora niður í bátin og maðurin bundin fastur og tá løgir vóru, bleiv maðurin við nógvari hjálpt skjútsaður upp gjøgnum land gongina og øll vóru bjargað.

Kokurin sum hevði maðgjørt síðanii hann fekk boð um at 141 fólk fóru at koma umborð, hevði alt klárt og komin umborð fingu øll eina góða máltíð frá kokkinum og kós var sett móti Pozzallo á Italsku oynni Sicilia.

Skiparin, Heri Niclassen sigur í viðmerking at tað var gott at staðfesta at alt spældi væl av:

” Hvør einstakur av manning míni gjørdu í hvør sínum lagið eitt megnar arbeiði og teir vistu allir hvat gerast skuldi. Hóast sera truplar umstøður gjørdu teir eitt gott og professionelt arbeiði”.

Tað eru tveir føroyskir skiparar við skipinum, báðir búsitandi í Vestmanna. Heima hendan túrin var, Ásmund Joensen, sum er ættaður og uppvaksin í Klaksvík.