Í umrøðu av Skálafjarðarmálinum hevur m.a. verið sagt at privata felagið, sum hevði givið tilsókn um at byggja tunnilin, í sáttmálanum tryggjaði sær at myndugleikarnir sjálvir skuldu rinda kostnaðin av møguliga øktum trygdarkrøv í skeiðnum sum sáttmálin var galdandi. Men sambært tí sum Norðlýsið hevur fingið upplýst er hetta júst somu treytir sum verandi tunnlar hava.

Landsverk hevur bygt tunnlar kring alt landið og sera ymiskt er hvørji krøv eru sett til hesar tunlar. Flestu tunlarnir lúka í dag als ikki nýggjastu krøvini sum verða sett til tunlar av slíkum slag.
Vága- og Norðoyatunnilin
Síðan Vága- og Norðoyatunnilin vóru bygdir eru trygdarkrøvini til tunnlar av slíkum slagi nógv broytt, men eingin myndugleiki hevur higartil kravt at trygdin í verandi undirsjóvartunlum skal dagførast.
Stjórin í PF Vága- og Norðoyatunnlunum, Uni Danielsen, váttar at tunnlarnir lúka tey trygdarkrøv, sum vóru galdandi tá teir blivu bygdir.
– Vágatunnilin var tikin í brúk í 2002 og skuldi tunnilin verið dagførdur til dagsins krøv við víkjandi trygd og øðrum, so verður leysliga mett at hetta hevði kosta eini 20-30 % av samlaða byggikostnaðinum. Hetta eru krøv sum meira teknisk trygdarútgerð og ikki minst at ein tunnil, sum hevur slíkt hall á vegbreytini, í dag skal hava tríggjar vegabreytir – ein afturat verandi breytum til tunga ferðslu.
Í misálitsuppskotinum á løgmann skrivaðu Poul Michelsen, Aksel V. Jóhannesen og Høgni Hoydal m.a. at ein av orsøkunum til at uppskotið varð lagt fram var tí at landsstýrismaðurin í sáttmála við privata felagið ætlaði at:
…. Tryggja felagnum, at landið átekur sær kostnaðin av at lúka nýggj trygdarkrøv, ið verða sett í sáttmálatíðarskeiðnum…..
Sum støðan er í løtuni er tað púra vanligt at almennu tunnlarnir kring um í landinum ikki lúka galdandi trygdarkrøv á økinum.