Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vágaportalurin hevur kært Miðlahúsið

John William Joensen

Um so er, sum Miðlahúsið sigur, at Javnaðarportalurin er mest vitjaða heimasíðan í landinum, so átti portalurin hjá Javnaðinum IN.FO at verið nummar 1 á Vevlistanum – men tað er heimasíðan ikki – har liggur Portal.fo, skrivar Vágportalurin, sum hevur kært til Brúkaraumboðið

Men bæði í lýsing hjá Miðlahúsinum og eisini í grein á IN.FO, sigur blaðstjórin Eirikur Lindenskov, at  portalurin hjá Miðlahúsinum, er mest lisna heimasíða.

Tí hevur VP.FO kært Miðlahúsið til Brúkaraumboðið, tá ið hetta er ein villleiðing og ein misvísing.

Miðlahúsið byggir sína grundgeving á, at Pageviews er prógvið fyri, at heimasíðan er mest lisin. Men í Pageviews-tølunum eru eisini tølini frá Myndaarkivinum, tvs. at hvørjaferð trýst verður á eina mynd, so telur í Pageviews.

Hetta sæst eisini aftur í tølunum hjá Portal.fo, sum ikki hevur sama Myndaarkiv nú, sum Portal.fo hevði, tá ið Miðlahúsið rak Portal.fo. Tølini í Pageviews eru farin munandi niður, men framvegis hevur Portal.fo sama tal av brúkarum, og liggur sum nummar 1 á Vevlistin.fo.

VP.FO hevur skilt, at eisini Knassar umhugsa at kæra Miðlahúsið fyri at villleiða lesaran við slíkum lýsingum og greinum.

Les eisini:

BRÚKARAUMBOÐIÐ: Føroya Tele sleppur ikki at lýsa skeivt