Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjøllini gingin

Jákup Ósá

 Myndarøð: Heystfrítíðin er av og í flestu støðum eru fjøllini gingin.

Norðanfyri lata teir væl at seyðinum í ár. Í flestu haga pørtum er miðal vektin væl omanfyri eitt miðal ár. Kuldin seinastu dagarnar er eisini komin væl við hjá teimum, ið hava nógv krov hangandi. 

Vit hava niðanfyri nakrar myndir frá heyst fjøllunum á Strond og í Innistovu, har teir vóru á fjalli í døgunum 10.-12. oktober, tá veðrið eisini var sera gott.