Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo til Lyngby sunnudagin

Jákup Ósá

Kaj Leo í Bartalsstovu fer sunnudagin aftur til royndarvenjing í danska felagnum Lyngby.

Kaj Leo var fyrr í ár í Lyngby og so mikið væl gekk, at hann sleppur at royna seg aftur.

– Landskappingin her heima endar leygardagin og sunnudagin fari eg aftur til Lyngby, har eg eisini var fyrr í ár. Tað er ikki orduliga greitt, hvussu leingi eg verið har niðri og um eg fái nakran dyst. Seinast fekk eg ongan dyst og so skal ein hugsa um, at kappingin eisini koyrir. Hagtølini siga, at 95% av royndarvenjingum hjá leikarum blíva ikki til nakran sáttmála, men eg fari so at gera mítt allar besta og so vóna, at tað er nokk, sigur Kaj Leo við Norðlýsið.

Verður eingin sáttmáli gjørdur við Lyngby, ið spælir í næst bestu deildini í Danmark, so eru allir møguleikar opnir.

– Eg havi ongan sáttmála næsta ár, so eg fari at taka støðu til tað, tá hendan royndarvenjingin er av. Eg kundi hugsað mær, at sloppið at royndarvant við øðrum útlendskum felag, um hetta ikki verður til nakað. Mær dámar væl í Víkingi og tað verður nokk teir, ið eg komi at tosa við fyrst av føroyskum liðum, sigur Kaj Leo í Barstalsstovu sum tó ikki avsannar møguleikan at skifta felag. Hann sigur, at onkur fyrispurningur hevur verið frá øðrum feløgum í Føroyum.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen