Kundi tú hugsað tær lærupláss innan sølu og handil? So er tað helst tær vit leita eftir!
Vit bjóða.
Støðisútbúgving innan sølu hjá føroyskari fyritøku í støðugum vøkstri.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum.
Meiri sæst um virksemið hjá KBI á heimasíðu okkara, www.kbi.fo
Starvið
Tú kemur at virka sum sølufólk, har tú skalt røkja uppgávur innan sølu í handli.
Lærutíðin
Er 3 ár, um umsøkjarin hevur lokið FHS ella SIT prógv, og 2 ár, um studenta, HH ella HT útbúgving er lokin.
Vit vænta
At tú ert ágrýtin, fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur, effektiv/ur, tænastusinnað/ur, røkin og fús/ur at ráðgeva og selja, umframt at tú hevur viljan at læra og verða virkin í arbeiði, ið hevur nógvar dagligar avbjóðingar.
Løn og setanartreytir eftir avtalu.
Umsóknarfreistin er 25. nov 2013, og umsókn, saman við viðkomandi skjølum skal sendast til: kbi@kbi.fo ella Sp/f KBI, postboks 354, 710 Klaksvík
Meiri fæst at vita við at venda sær til Karl Birgir Isaksen á tlf. 230200.




