Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsumiðstøðin við Sandin legði grundina undir okkara tryggu kommunulæknaskipan

Nordlysid

Áðrenn Heilsumiðstøðin við Sandin varð bygt, var trupult at fáa kommunulæknar at trívast í Norðoyggjum, men í dag er vend komin í – og ein týðandi orsøk til hetta eru tær góðu umstøðurnar í heilsumiðstøðini.

Áðrenn Heilsumiðstøðin við Sandin varð bygt, var trupult at fáakommunulæknar at trívast í Norðoyggjum, men í dag er vend komin í – og eintýðandi orsøk til hetta eru tær góðu umstøðurnar í heilsumiðstøðini.

Javnan frættist um trot ákommunulæknum ymsastaðni kring landið, sum er ógvuliga óheppi, tí henda tænastahevur so stóran týdning fyri tryggleikan og trivnaðin millum borgararnar íøkinum.

Hesa støðu hava viteisini kent til her í Norðoyggjum, tí fyri nøkrum árum síðan var tað dagligurkostur at hoyra um bæði manglandi og skiftandi kommunulæknar. Stórirtrupulleikar vóru við at fáa kommunulæknar at trívast, og hartil var næstanómøguligt at fáa avloysarar.

Orsøkirnar vóru óivaðfleiri til hesa óhepnu støðu, men samstundis var greitt, at tann parturin, sumkommunan kundi gera nakað við, vóru hølisumstøðurnar. Ikki tí –kommunulæknahølini í Norðoyggjum vóru neyvan vánaligari enn nógva aðrastaðni ílandinum, men hetta var tann parturin, sum kommunan hevði ábyrgdina av og kundigera nakað við.

Í samráð viðkommunulæknarnar í økinum tók býráðið stig til at tekna eina nýggjaheilsumiðstøð við Sandin, sum síðan varð løgd fyri Kommunulæknaráðið tilgóðkenningar. Avgerð varð tikin um at byggja, og í desember 2004 kundu vit takaheilsumiðstøðina í brúk. Her er vert at nevna, at ikki bara Klaksvíkar Kommuna,men eisini aðrar kommunur í Norðoyggjum geva sítt fíggjarliga íkast til heilsumiðstøðina,sum jú veitir tænastu til allar Norðoyggjar.

Heilsumiðstøðin fær seragóð skoðsmál frá fakfólkum innan heilsuverkið og hevur verið trygdin fyri góðumumstøðum til kommunu­læknar og teirra starvsfólk. Samstarvið viðHeilsumálaráðið er fyrimyndarligt, og í løtuni hava vit tíbetur ongartrupulleikar av at fáa kommunulæknar ella avloysarar. Tað er heldur ikkióvanligt, at somu avloysarar koma aftur og aftur, orsakað av, at umstøðurnareru so sera góðar.

Haraftrat hava vit fingiðein sjúkrarøktarfrøðing inn á heilsumiðstøðina, sum ger, at miðstøðin kannveita eina enn betri tænastu, samstundis sum hetta er við til at lætta munandium hjá læknunum.

Tí er eingin ivi um, atrætta leiðin fram fram hjá kommununum kring landið er at taka lógvatak íøkjunum og í samstarvi at byggja og reka felags heilsumiðstøðir – til framafyri tryggleikan og trivnaðin hjá borgarunum.

Klaksvík, 23. oktober 2013

Steinbjørn O. Jacobsen
virkandi borgarstjóri