Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hoyma

Oliver Joensen

Hesi framföra og hesi hýsa
Hesi framføra og hesi leggja hús til Nú er endaliga greitt hvør kemur at framføra og hvør leggur hús og heim til framførslurnar á HOYMA. Trý framførandi eru løgd afturat skránni síðani tiltakið bleiv almannakunngjørt. Hesi eru: Annika Hoydal – Hallur, Kristina og Beddi – og Lisa í Dali.

Sostatt kunnu áhoyrarar gleða seg til at hoyra hesi 10 framføra:
 
Annika Hoydal
Stanley Samuelsen
Martin Joensen
Hallur, Kristina og Beddi
Marius Ziska
Høgni Lisberg
Kári Sverrisson
Hamferð (unplugged)
Lyon Hansen
Lisa í Dali
Samstundis kunngera fyrireikararnir hvørji heim lata dyrnar upp og leggja hús til konsertirnar

Í Norðragøtu –
Hjalti og Herdis Dalheim, Torbjarnargøta 1
Mourits og Herborg Foldbo, Sjúrðargøta 15
Jonhard og Oluffa Hammer, Sjúrðargøta 17
Hanna og Tórheðin Jensen, Tróndargøta 49
Jón Tyril og Elsebeth Elnarsdóttir, við Ánna 72

Í Syðrugøtu –
Sólarn Solmunde og Agnes Mortensen, Deildarvegur 2
Oluffa og Martin Joensen, Úti í Bø 30
Julia og Jóni Lamhauge, Túvuvegur 7
Páll og Ranvør Isholm, Gróvargøta 9
Janus Rasmussen og Sunnleyg Dalheim, Geilargøta 8

Tað verður leygardagin 9. november, at HOYMA verður hildið á fyrsta sinni. Talan er um 20 konsertir við teimum 10 tónlistafólkunum omanfyri, allar heima í stovuni í teimum 10 húsunum í Norðragøtu og Syðrugøtu.

2 konsertir í hvørjum heimi. Tað vera einans nýtt akkustisk og/ella handhildin ljóðføri. Eingi annlegg ella líknandi.

Eitt atgongumerki til HOYMA gevur í prinsippinum atgongd til allar konsertirnar og øll onnur tiltøk sum eru partur av HOYMA.

Frá kl 10 á morgni er møguleiki at royna havsvimjing, pottar og sauna úti á keiini í Syðrugøtu. Kórið Eystanljóð hevur kaffistovu í niðaru hædd í Valhøll og bjóðar morgunmat somuleiðis frá kl 10. Kaffistovan verður opin allan dagin og út á náttina við.

Konsertirnar vera ímillum kl 18 og 23. Konsertirnar byrja nakað forskotið av hvørjari aðrari. Soleiðis verður møguleiki at fáa fleiri konsertir við í ymiskum húsum, tó at tú ikki nært allar konsertirnar.

Táið ein stova er fullsett, sleppa ikki fleiri inn júst har, og tú kanst fara víðari til næstu konsertina aðrastaðni. Tað verður skipað fyri bussi, sum koyrir pendul millum Norðragøtu og Syðrugøtu.

Eftir at konsertirnar eru lidnar, er opið hús í Tøting og í niðaru hædd í Valhøll til kl 04.00. Atgongumerki til HOYMA fáast á www.gfestival.fo