Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gibraltar dysturin er ikki FIFA skrásettur

Jákup Ósá

Ætlaði dysturin móti Gibraltar um mánaðarskiftið februar/mars er ikki FIFA skrásettur, sum tað annars kundi sæð út á greinini HER í gjár.

Orsøkin er, at Gibraltar einans er blivið limaland í UEFA. Tá Gibraltar ikki er limur í FIFA, so kann ein slíkur dystur ikki teljast sum FIFA skrásettur og tí heldur ikki geva stig á FIFA styrkislistanum.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, sigur við nordlysid.fo, at 5.mars er dagurin, har FIFA venjingardystir kunnu spælast. Og at tað í løtuni verður arbeitt við, at fáa ein FIFA skrásettan dyst hendan dagin afturat dystinum móti Gibraltar, sum verður nakrar dagar áðrenn.