Seinasta umfar í Effodeildini verður leikt leygardagin. Spenningur er um seinasta Europa League plássið.
AB-EB/Streymur
AB hevur havt eitt frálíkt kappingarár sum uppflytari og enda á heimavøllinum, har teir ikki hava skuffað í ár. Hjá EB/Streymi hevur talan verið um stórt vónbrot í landskappingini, har liðið í besta føri endar nummar 5. Nummar 5 gevur ein eyka heimadyst og størri inntøkur, og tað er hetta, sum EB/Streymur stríðist fyri. Gongdin seinastu tíðina hevur ikki verið góð, men tað kundi passað væl til nú væl mannaða EB/Streym at enda árið við einum sigri á Argjum, hóast Sámal Erik Hentze og hansara leikarar uttan iva eisini fara at gera nógv fyri at enda væl . Tipping: 2
TB-Víkingur
TB sigur farvæl til bestu deildina á heimavølli móti Víkingi. Víkingur kann tryggja sær minst 5. pláss við at vinna dystin og eyka heima dysturin er heilt vist nakað, ið kann motivera Víking til at leggja nógv fyri at vinna dystin. Fyrr í ár vann TB móti Víkingi, og tað kunnu teir gera aftur hesaferð. Men tað at Víkingur hevur nakað at spæla fyri, vænta vit ger, at øll 3 stigini enda norðanfyri. Tipping: 2
ÍF-B36
ÍF, sum eisini fær útisetarnar heim til hendan dystin, hevur einki at spæla fyri, meðan B36 helst má vinna fyri at tryggja sær Europa League luttøku. B36 er betri mannað enn seinast hesaferð, nú bakkarnir Høgni Eysturoy og Símun Joensen aftur eru tøkir. Líknandi dystur var í seinasta umfarinum í fjør, tá HB fekk úrslitið, sum teir skuldu hava fyri at fáa 3. plássið. Hetta er ein dystur millum tvey góð lið, sum hava fingið góð úrslit seinastu tíðina. ÍF hevur m.a. 7 heima sigrar á rað, meðan B36 hevur nógv góð úrslit síðani tapið á ólavsøku móti júst ÍF. Tað at B36 helst má vinna fyri at røkka Europa League er avgerandi fyri, at vit tippa ein úti sigur. Tipping: 2
NSÍ-HB
Hjá NSÍ stendur nógv uppá spæl seinasta umfar. Vinnur NSÍ, so kunnu teir náa bronsuna, meðan eitt tap kann viðføra 5.pláss. HB vil sjálvandi enda kappingarárið við einum sigri í dystinum, har teir fáa FM gull heiðursmerkini. Ein dystur millum tvey lið, sum ofta spæla góðan álopsfótbólt og tí er ikki óhugsandi, at nógv mál koma. NSÍ er á heimavølli og hevur meira at spæla fyri. Tipping: 1
KÍ-07Vestur
Er tað nakað lið í Effodeildini, ið skyldar sínum heima áskoðarum ein sigur á heimavølli, so er tað KÍ. Ikki síðani 28. apríl hevur KÍ vunnið á heimavølli, har liðið bara hevur tveir sigrar í ár, sum eru móti báðum niðurflytarunum. 07Vestur hevur ongan dyst vunnið á útivølli í ár og hendan dystin mangla teir eisini verju álitið Téhé Aristide. Tí eigur KÍ og Páll A. Klettskarð, ið eltir toppskjúttara tindin, at vinna greitt í hesum seinasta dystinum. Tipping: 1




