Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samhaldsfesti má røkka longur enn til norðoyingar og eysturoyingar

John William Joensen

Sambært hagtølunum hjá Norðoyatunnlinum vóru 61 % av skrásettu akførunum í Norðoyatunnlinum í 2012 úr Norðoyggjum og Eysturoynni. 32% av akførunum vóru skrásett í Streymoy men tá hædd verður tikin fyri at so at siga øll almenn akfør eru skrásett í Streymoy er hetta talið í veruleikanum munandi minni.

Sambært hagtølunum hjá Norðoyatunnlinum vóru 61 % av skrásettu akførunum í Norðoyatunnlinum í 2012 úr Norðoyggjum og Eysturoynni. 32% av akførunum vóru skrásett í Streymoy men tá hædd verður tikin fyri at so at siga øll almenn akfør eru skrásett í Streymoy er hetta talið í veruleikanum munandi minni.

Í viðmerkingunum til upprunaligu lógina um fast samband um Leirvíksfjørð gongur greitt fram at bummgjalið bert skuldi rinda fyri lántøkuna meðan stórsti parturin av íløguni skuldi fíggjast av landskassanum eins og gjørt hevur verið við allar aðrar almennar íløgur í føroyska undirstøðu kervið.

Tað er óhugsandi at kraft verður at tey sum fara at ganga á nýggja Marknagilsdeplinum, skullu rinda landskassanum hesa íløguna aftur ella at tey sum brúka og njóta gott av skipunum sum sigla til Sandoynna og Suðuroyar skullu rinda landskassanum hesar íløgur aftur.

Í viðmerkingunum sum táverandi løgmaður og løgmannstjóri sendu løgtinginum stendur at lesa: …… Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió. harav kr. 30 mió. eru játtaðar í 2001……

Í veruleikanum veit eingin hvat Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta og undir orðaskiftinum um Eysturoyartunnilin er komið fram at óvissan er einar 500 mió. Kr.. Tað er eisini staðfest at ferðslan í Sandoyartunlinum megnar ikki at fíggja kostnaðin av íløguni í tunnilin og bara hesi baði dømini vísa at tað er fullkomiliga burtur við at bummgjaldið í Vága- og Norðoyatunnilin skal veðhalda fyri hesar báðar verkætlanirnar. Verður hetta gjørt er stórur vandi fyri at tað gerst dýrari at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin.

Neyðugt er at hugsað verður samhaldsfast tá stórar íløgur verða gjørdar og minstakravið er at øll eru við til at rinda tær íløgur sum gjørdar verða í undirstøðukervið. Tað er heldur ikki álitisvekjandi at politiska skipanin velur at leypa um har garðurin er lægstur og harvið økja um vandan fyri at vinnulív og borgarar í einum parti av landinum verða fyri mismuni. Skal nakar veðhalda fyri tað almenna so má tað verða landskassin og ikki ein bummur sum krevur gjald við Borðoyarvík.

Tað kann ikki verða rætt at Norðoyingar sum einans eru 12% av samlaða fólkatalinum í landinum skulu rinda 40% av almennu íløguni í Norðoyatunnilin, at streymoyingar sum eru 43% av fólkatalinum bert skulu rinda 30% av íløguni og suðuroyingar, sandoyingar og skúvingar sum eisini eru 12% av fólkatalinum sleppa við at rinda minni enn 1 % av almennu íløguni í Norðoyatunnilin.

Borgarstjórin hevur gjørt sína støðu greiða í hesum málinum og ynskiligt var at vit eisini frættu frá okkara landspolitikkarum.

LES:  VIÐMERKINGAR FRÁ LØGMANNSSKRIVSTOVUNI UM BUMMGJALDIÐ

Sí Video

Gallup-kanning um Norðoyatunnilin 2013 from Norðlýsið on Vimeo.

Harleywoodpaint