Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystlitir

Oliver Joensen

 80, 90, ja upp í fleiri enn 130 ár hava trøðini hjá Alex og í “doktaragarðinum” staði og sæð ættarlið fari og komi. Nú fara tey aftur undir ein vetur eftir eitt av teim bestu sumrinum tey óivað hava upplivað, síðani tey festu rót úti í Klaksvík.

Ídag eigur helst hvørt mansbarn eitt fototól, og í hesum døgum er lag á manni at fara at royna seg, um áhugin liggur til náttúrumyndir og litir, tí heystið er helst tann parturin á árinum, har tilfeingið av litum í náttúruni er einamest, úr svørtum og myrkagrønum upp í hvítt.

Vit vóru eisini ein túr við myndatólinum ímorgun, og her er tað, vit soleiðis hissini fingu burturúr. Nakrar av trøðunum úti í Klaksvík, aðrar í havanum hjá Edvardi Fuglø og so neystini norðuri í Ánunum. Sigast skal at myndirnar eru ikki nógv viðgjørdar, tó eitt sindur, men photoshop hevur ikki verið á teimum.

Harleywoodpaint