Norðlýsið ringdi eisini til Jógvan Svabo Samuelsen, ið hevur nýggju ásetingina og broytingina í vápnalógini um hendi. Hann sigur, at júst nú hendir einki, tí enn eru hann og lógin ikki komin upp á pláss úti í løgmansskrivstovuni úti í Tinganesi. Jógvan Svabo Samuelsen sigur soleiðis um støðuna:

– Síðani ráðið bleiv niðurlagt og bæði eg og lógin vórðu flutt á løgmansskrivsstovuna, er í roynd og veru einki hent. Ráðið er ikki 100% liðugt og klárt enn, og tískil eru vit ikki heilt komin upp á pláss enn. Men tað verður skjótt.
– Tað vil so siga, at málið í løtuni liggur og bíðar. Hvat so hendir víðari við hesum málinum, vita vit ikki orduliga enn, tí nú er tað nýggjur oddamaður fyri hesum málinum, nevniliga løgmaður. Og vit mugu spyrja hann fyrst, um hann hevur áhugað í, at gera nakað við hettar. Og tað er ikki vist, at hann hevur tað.
– Men harafturímóti, vil løgmaður hava hetta ígjøgnum, er málið so at siga klárt at bera niðan í tingið. Tað eru onkrar smávegis justeringar, ið skulu gerast, men sum ikki eru tíðarkrevjandi.
– Kaj Leo Holm Johannesen hevur ikki sæð tað enn, og hann má sjálvsagt sleppa at seta seg inn í málið, áðrenn hann kann gera nakað við tað. Tað er bara tað, at tá ið vit fáa ein nýggjan landsstýrismann, er tað næstan sum at byrja av nýggjum.
– Men eg vænti at hetta verður tikið upp í nærmastu framtíð, um nakrar vikur, giti eg. Annars kann eg siga um hetta, at hetta ikki beinleiðis er ein endurnýggjan av vápnalógini, men heldur ein innføring av nýggjari áseting. Ein broyting í annars gomlu lógini, fortelur Jógvan Svabo Samuelsen at enda í telefonini.