Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seðlarnir í Norðdepli koma kl. 21.30 – seinni í Klaksvík

Jákup Ósá

Drápspartarnir hjá monnunum, ið búgva eystan múlan, koma út á bryggjuni í Norðdepli kl. 21.30.

Men klaksvíkingar mugu bíða nakað longri. Karl Johansen, sýslumaður, væntar, at seðlarnir fyri heimapartarnar í Klaksvík koma út umleið á midnátt. Samstundis koma seðlarnir fyri drápspartarnar hjá grinda monnunum vestan múlan út á bryggjuni við Kryvjing í Klaksvík. Karl sigur, at drápsparturin liggur millum eitt kvart og eitt hálvt skinn. Heimapartarnir passa soleiðis, at ca. 10 fólk eru um 1 skinn. Tilsamans vóru 83 hvalir merktir.

Hann sigur, at meira kunning verður á nordlysid.fo seinni um meira nágreiniligt tíðspunkt hjá klaksvíkingum.