Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl bíðar til NSÍ setir venjaran

Jákup Ósá

Karl Løkin sigur, at tað ítróttarliga er mest avgerandi fyri, hvar hann spælir næsta ár. Hann váttar, at ÍF er eitt av liðunum, ið hevur víst áhuga.

Karl Løkin sigur, at tað ítróttarliga er mest avgerandi fyri, hvar hann spælir næsta ár. Hann váttar, at ÍF er eitt av liðunum, ið hevur víst honum áhuga.

Karl Løkin stendur uttan sáttmála í 2014. Sentrali miðvalla leikarin var ikki eins eyðsýndur á NSÍ liðinum í ár sum hann var hjá ÍF í fjør. Karl er ein av teimum 28 leikarunum, ið hava fingið landsliðsboð til vetrar venjingarnar. ÍF missir til komandi ár Høgna Madsen og tað hevur ljóðað, at fuglfirðingar leggja nógv fyri at fáa Karl aftur til ÍF sum avloysara fyri Høgna Madsen. Karl váttar eisini, at ÍF er millum áhugaðu liðini. Men hann bíðar eftir, hvør venjari verður settur hjá NSÍ.

– Í løtuni bíði eg eftir, hvør verður venjari hjá NSÍ. Tað sum telur hjá mær er, at spæla fyri eitt felag, ið hevur møguleika at liggja í toppinum. At spæla í Europa er sjálvandi eisini stuttligt, men tað er ikki avgerandi fyri, hvar er spæli. Tað eru fleiri feløg, ið hava havt fyrispurningar og ÍF er eitt av teimum. Men eg vænti, at framtíðin verður avgjørd innan tvær vikur, sigur Karl Løkin, ið eisini staðfestir, at hann spælir í Føroyum í 2014.