Kvartettin í Betesda
-
“Dýrdarlandið”er ikki bara andaligur boðberi, men eisini ein góð tónleikaliguppliving
Tað ersanniliga ikki altíð, at ein følir seg verdan at seta orð átónleikin og er tað júst tann kenslan, eg siti við.
Táeg taki júst Kvartettina í Betesda fram, so er tað tí, at taðvar í eini tíð, tá eg sjálvur royndi meg á tónleikapallinum,har tað júst vóru slíkir bólkar og sangarar, ið góvu okkumávísan íblástur.
Kanneisini minnast Miðnáttarsangbólkin í Runavík, sum eisini tóku,millum annað, elektriskar guitarar við í teirra framløgum.
Í70´unum var ein ávísur fáltur á okkum innan andaliga tónleikiní Føroyum – var tað nú sømiligt…?
Táeg havi sitið og lurtað eftir nýggju útgávuni hjá Kvartettini,er hon øll innblást av góðum væl gjøgnumførdum arbeiði.
Taðer eisini stuttligt at hoyra okkurt av eldru løgunum í nýggjumbúna.
Egskal ansa mær at taka nakran av sangarunum fram um annan, men egminnist serliga kláru røddina hjá Sámal Johannesen, sum enn erklár og góð.
Hettaeru ikki unglingar, tí tann yngsti er 60- og tann elsti 73 áragamal, men tað er avgjørt ikki eitt minus fyri útgávuna, tírøddirnar eru ikki verri enn í 70´unum – heldur tvørturímóti.
Atteir hava valt stóra stigið, at fara longu ferðina yvir tilNashville, er sanniliga ein góð íløga, tí eg merki eitt vælgjøgnumført arbeiði, sum gevur útgávuni ein serligan dám.
Taðsermerkta við útgávuni “Dýrdarlandið” er, at hon ikki kannvísast til nakran ávísan aldursbólk – øll kunnu ogna særútgávuna og fáa eina góða kenslu.
Sanniligaein góð og gjørgnumførd útgáva, sum ivaleyst fer at liggjuundir nógvum jólatrøum í ár og skal hon fáa 9 av 10 stjørnumfrá mær.
Hoyrlagið “Sæl er mín sál:”




