Tað verður eitt skert stjørnulið, sum fer til Vágs sunnudagin at leika móti VB. Í spenndandi dystinum móti Neistanum fyri 14 døgum síðani, sum endaði við javnleiki, fekk rumenski leikarin hjá Stjørnun Ana-Maria reytt kort í seinasta minuttinum av dystinum. Eftir dystin avgjørdi aganevndin hjá HSF, at sekta Ana-Mariu við leikbanni í tveir dystir.
Ana-Maria er ein rættiliga tíðandi leikari fyri liðið. Hon er ein sera góður leikari, í dystinum móti Neistanum gjørdi hon 10 mál. Hon dugur eisini væl fáa ungu óroyndu leikarnar við í spælið. So tað er ein dyggur smeitur fyri liðið, at Ana-Maria ikki er við.
Tað er lítið at ivast í, at tað verður ein trupul uppgáva hjá Stjørnuni at møta VB, sum ofta stendur seg væl á heimavølli.




