Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú nærkast til Kópakonuætlanin verður veruleiki

Oliver Joensen

Í tí sambandi, verður dúgliga fyrireikað í Mikladali. Ein stór viðkomandi ætlan í hesum sambandi, er ístandsetingin av Stóraneysti.

Fríggjadagin var Norðlýsið í Mikladali og forvitnaðist millum annað um Stóraneyst. Markus í Norðnastovu, Kristian Andresen og staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu, Jákup Marnar Anthoniusen, arbeiddu allir á norðaru síðu á neystinum, at fáa takið skift. Kristian Eliasen arbeiddi inni á loftinum.

Hetta verður eitt áhugavert ”projekt”, sigur Markus í Nornastovu. Neystið er ótruliga trivaligt, og nú vit hava havt takið av, hava vit rættuliga sæð hvussu nógv yvirdismensionerað neystið er. Hartil eru vit kanska eisini eitt sindur ovfarnir av, hvussu fríkst og í góðum standi yvirtromin og sperrurnar eru.

Karmur um søguna

Nú Kópakonuætlanin er um at koma undir land, er ætlanin at Stóraneyst í hvussu so er skal vera ein partur av karminum um søguna um Kópakonuna.

Sera gott útsýni er úr neystinum og oman á Stórakneyst, tí eru góðir møguleikar at geva vitjandi eina ógloymandi uppliving inni á neystaloftinum áðrenn tey møguliga ganga oman til Stórakneysa at skoða listaverkið hjá Hans Paula Olsen, listamanni.

Listamaðurin er komin sera langt við sínari tulking av søguni um Kópakonuna, hann hevur fingið bæði romantiska partin í byrjanini av søgnini við, við dreinginum og kópagentuni og so óhugnaliga partin við illbønum og hóttanum. Hugnaligi parturin er í vøkru kvinnumyndini, ímeðan ófrættakendi hamurin boðar frá hinum partinum.

Men ætlanin er ikki at Stóraneyst bert skal geva rúm fyri søguni um kópakonuna. Neystið skal eftir ætlan eisini sýna søguna um Mikladal, um helluna dráttin, brim og silvitnisløturnar.

Mikladalsmenn eiga fleiri søguligar bátar, og tankar hava verið frammi um eisini at gera neystið í stand í neðra, til framsýningar av millum øðrum gomlum bátum.

Blíðskapurin er altíð har, tá tú er á bygd. Tá komið var til miðdags, vóru vit boðin inn til Markus og konu hansara Aslaug úr Norðnastovu, ið ættað er úr Hvannasundi til ein góðan døgurða. Aslaug borðreiddi við hjálkum hendan dagin og vit mundu vera eini 12-14 fólk til døgurða hendan dagin.

Ferðavinna

Ætlanin, sum liggur aftanfyri ætlanina um Kópakonun á Stórakneysa er, at hetta skal kunna gerast ein inntøka fyri fólkið, sum býr á Kalsoynni.

Kalsoyggin hevur eitt unikt strandferðslusamband, ið nærum ongantíð avlýsir, tí fer at bera væl til hjá føroysku ferðavinnu at selja pakkatúrar til Kalsoynna. Harumframt hava syðradalsfólk, um tey enn eru fá, syrgt fyri, at ymiskt forvitnisligt er hjá vitjandi at síggja á Syðradali. Á Húsum eitt nú, er umframt tað søguliga sum bygdin hevur at bjóða, ein nýggjur góðkendur ídnaðarkøkur, so tað er lag á manni at fáa alskyns mat frá Magna Garðalíð, sum rekur køkin. Í Mikladali, sum nevnt eru ríkir møguleikar at vísa vitjandi nakað unikt og ikki minst hevur Trøllanes sína søgu, sína smiðju og ikki minst túrin út á fýrin við útsýni á Borgarin og Kalsvík. – Einki at taka seg aftur í, at verður rætt atborið, so kann Kalsoyggin gerast ein sonn ferðavinnuperla, um fólkið har ynskir tað.