Christian í Grótinum hevur fingið uppí eftir einari viku.
Christian í Grótinum roynir eftir sild, ið verður heilfryst umborð. Nú partrola teir ikki eins og í makrel fiskiskapinum. Christian í Grótnum fór avstað mikunáttina fyri knappari viku síðani og nú er longu fult í lastini. Nøgdin liggur um 640 tons. Skipið landar eftir ætlan í Fuglafirði kl. 12.00 í morgin.




