Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.
Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.
Eg eri á Norðlýsinum í starvsvenjing. Har havi eg ímillum annað lagt greinar út á netið, verið og tikið myndir, gjørt ymiskt til blaðið og skrivað greinar.
Sjálv haldi eg at starvsvenjing er sera týdningar mikið. Starvsvenjingin er einaferð um árið í 9 og 10. Har hevur ein møguleikan fyri at vita nærri um hvat ein vil og til at búna seg innanfyri arbeið.
Eg havi verið og vitja nøkur onnur praktikkpláss og spurt tey hvat tey gera har í sínum starvsplássi.
Eg havi tosað við tríggjar næmingar sum eru í starvsvenjing. Ingrid Johannesen, Sámal Michael Johannesen og Sonja Sólheyg Michaelsen.
Ingrid greiðir frá sínari starvsvenjing:
Eg valdi Norðoya Sparikassa, tí eg helt tað vera avbjóðandi og áhugavert at fara í starvsvenjing har.
Tað sum eg geri í starvsvenjingini er millum annað: Telji pengar, geri flytingar, pakki brøv, geri ørindir, og hjálpi starvsfólkunum við teirra uppgávum.
Eg havi bert verið í starvsvenjing í eina viku og havi tí ikki verið runt allastaðni enn. Eg fari at vitja deildirnar í Fuglafirði, Rúnavík og Tórshavn í seinnu vikuni. Norðoya sparikassi kann viðmalast.
Spurningur: Er tað mennandi at vera í starvsvenjing? Er praktikk tíðin ov lang ella ov stutt?
Bæði so og so tú lærir nógv ting sum tú dagliga ikki gert og lærir hvussu tað er á einum arbeiðis plássið.
Fyri mítt viðkomandi so eru 2 vikur akkurát passaligt. Tí aftaná 2 vikur í starvsvenjing, tá hevur tú roynt alt í kann roynast.




