Tað eru nakrir dagar síðan, at veðurstovur fóru at spáa nógvan vind alt hetta vikuskiftið og nakrar dagar afturat. Vindurin, vit uppliva í kvøld, stavar frá hátrýstinum vestan fyri Iberisku hálvoynna. Hetta hátrýstið hevur flutt seg eitt sindur undan teimum djúpu lágtrýstunum, sum eru komin vestaneftir.

Ein hátrýstryggur stakk seg úr hátrýstinum upp til okkara leiðir, men gleðin var stokkut hesuferð. Ryggurin boygnaði undan eystureftir og liggur nú yvir Vesturevropa, meðan trýstmunurin á nú norðara parti av hátrýstinum er vorðin stórur. Tað er júst hendan samankroytingin av luft, ið kemur sendandi úr útsynningi. Vindferðin hevur ligið um15-20 m/s, og væntandi verður hetta vindurin teir næstu tveir dagarnar. Í teimum støðunum í Føroyum, har hvirlur eru, tá ið vindurin kemur úr útsynningi, fara tey at merkja onkra harðari hvirlu – møguliga upp í 25 m/s.