Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglurin komin til rætta eigaran

Oliver Joensen

Fuglurin, ið vit lýstu við her á síðuni í gjárkvøldi, er komin aftur til rætta eigaran. Tað var Einar Waag, ið átti hesa hønuna, ið á donskum kallast ”Den toppede hollænder.”

Fuglakennarin Sólbjørn Hansen gav fuglinum kost og logi í nátt, og vit vóru og avleveraðu hønina aftur til Einar í morgin, men tá var hann farin til arbeiðis og Elisa tók ímóti, hon fegnaðist sjálvandi um at fáa hana aftur og takkaði fyri at Sólbjørn hevði tikið sær so væl av hønuni.

Elisa Waag segði okkum, at tey fingu egg undan hesum hønunum og at tey smakkaðu sera væl.

Vit onnur, sum ikki høvdu sæð eina slíka hønu fyrr, vóru eina uppliving ríkari og á Vistarheiminum í gjárkvøldi var rættiligur rómur og spenningur um hendan forkunnuga gestin.