Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LGBT fegnast um søguligan dag

LGBT

LGBT Føroyar fegnast um, at 20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur av tveimum ymiskum orsøkum.

LGBT Føroyar fegnast um, at 20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur av tveimum ymiskum orsøkum.

Fyrsta orsøkin er, at Føroyar í dag eru almennir vertir fyri fyrsta opna samkynda sendiharranum, ið hevur vitjað her á landi. Talan er um amerikanska sendiharrin, Rufus Gifford.

Næsta orsøkin er, at løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn hava í dag lagt fyri tingið trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast í Føroyum.

Takksom LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at takka hesum trimum tingfólkum fyri at vísa dirvi og ganga á odda við at leggja hesi uppskotini fyri Løgtingið í dag. Allir okkara limir, teirra avvarandi og okkara mongu stuðlar annars, hava eisini øll verið við til at fáa hetta málið inn um gáttina á tinginum í dag. Tað fegnast vit almikið um og eru sera takksom fyri. Ein serliga tøkk fer eisini til løgfrøðingarnar, ið hava givið eina sera virðismikla hjálpandi hond. Uttan tykkum var einki mál lagt fram í dag.

Nú er bara at vóna, at løgmaður og floksformennirnir fara at taka eins væl móti lógaruppskotunum, sum teir í dag hava tikið móti samkynda amerikanska sendiharranum.

Frítt at atkvøða Vit vóna og vænta, at okkara løgmaður og allir floksleiðarnir annars, fara at halda sítt orð, og lata tinglimirnir atkvøða eftir egnari sannføring í hesum sera týðandi máli fyri hundraðtals – ja, kanska túsundtals – føroyskar borgarar her á landi og í útlegd. Vit vóna, at politiska landslagið fer at endurspegla fólksins vilja, og fer at atkvøða fyri uppskotunum.

Vit vóna eisini, at hetta málið fer at fáa eina skilagóða og virðiliga viðgera í løgtinginum komandi tíðina.

LGBT Føroyar