Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fegnast um at tað gongur væl í Klaksvík

John William Joensen

Gunvá við Keldu, býráðslimur, fegnast um at tað gongur væl í Klaksvík, men hon heldur tað ikki vera rætt, at meirilutin í býráðnum niðurraðfestur Klaksvíkar Havn til frama fyri eina bussleið, tí tað er júst frá virksemi, sum er tengt at Klaksvíkar Havn saman við vinnulívinum øllum, ið skapa størri grundarlag fyri inntøkum hjá Klaksvíkar Kommunu og eiga størstan part av æruni, at inntøkurnar eru so góðar í løtuni.

Gunvá við Keldu, býráðslimur, fegnast um at tað gongur væl í Klaksvík, men hon heldur tað ikki vera rætt, at meirilutin í býráðnum niðurraðfestur Klaksvíkar Havn til frama fyri eina bussleið, tí tað er júst frá virksemi, sum er tengt at Klaksvíkar Havn saman við vinnulívinum øllum, ið skapa størri grundarlag fyri inntøkum hjá Klaksvíkar Kommunu og eiga størstan part av æruni, at inntøkurnar eru so góðar í løtuni.

Eg haldi at býráðið skal eiga rós fyri at hava snikka enn eina fíggjarætlan saman, har roynt verður at halda aftur í rakstrarútreiðslunum.

Tað er flott at vit kunnu gera íløgur fyri næstan 40 mió. kr. og her fegnist eg serliga um at vit komandi ár fara í holt við at byggja nýggjan skúla á Ziskatrøð, eitt arbeiði sum varð byrjað í síðstu setu, og samstundis hava megnað at seta pening av til liðugtgerð av Skúlanum við Ósánna. Eisini verður hildi áfram við spillivatnsætlanini, sum ger kommununa meiri grøna, har miðað verður ímóti at koma á mál í 2020.

Harafturat er ætlanin at lækka skattaprosentið til 21,5%, sum saman við hækkaða barnafrádráttinum verður gjørt eftir uppskoti frá Fólkaflokkinum og tað fegnist eg um.

Um eg skal havast at nøkrum, so haldi eg at tað er óheppi at býráðið nú aftur fer at seta gongd á fleiri verkætlanir í senn. Tað hevur víst seg, at tað er sera trupult at hava eftirlit við nógvum verkætlanum í senn, tí um hvør verkætlan sær gerst eitt sindur dýrari enn ætlað, so kann hetta gerast ein stórur trupulleiki hjá býráðnum. Hetta hava vit upplivað fleiri ferðir fyrr, og tí kundi eg ynskt mær at man satsaði uppá færri verkætlanir í senn.

Eg havi gjørt vart við, at eg kann als ikki góðtaka, at meirilutin ætlar at fáa gongd á eina bussleið, við at fíggja hetta við peningi frá Klaksvíkar Havn og eldraíbúðunum undir Kráarbrekku. Klaksvíkar Havn er jú partur av øktum grundarlagi fyri inntøkum hjá Klaksvíkar Kommunu og harafturat hevur meirilutin tikið pening sum í ár var settur av til fyrireiking at byggja fleiri eldraíbúðir undir Kráarbrekku og hetta haldi eg er skeivt.

Annars haldi eg, at býráðið eigur ikki at gloyma at fíggjarliga støðan hjá Klaksvíkar Kommunu framvegis kann gerast eitt sindur betur, áðrenn vit kunnu kalla tað gott. Tí eigur býráðið at brúka øktu inntøkurnar til at rinda skuld, soleiðis at kommunan kann styrkja seg fíggjarliga og eisini fáa eitt betri gjaldføri.