Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir-SÍ í dag

Jákup Ósá

Bæði hjá kvinnum og monnum spæla Mjølnir og SÍ í bestu deildini í dag.

Bæði hjá kvinnum og monnum spæla Mjølnir og SÍ í bestu deildini í dag.

Kl. 14.00 spæla kvinnurnar hjá Mjølnir og SÍ. Hesi bæði liðini hava seinastu árini myndað toppin í føroyskum kvinnu flogbólti. Men í ár hevur SÍ havt tað truplari enn vanligt og liggja tær í niðara endanum av stigatalvuni. Mjølnir kvinnurnar hava kanska heldur óvæntað vunnið allar dystirnar og liggja lið um lið saman við Fleyr í oddinum í deildini. Tí er Mjølnir favorittur til dystin í dag.

Hjá monnunum spæla somu lið. Menninir hjá Mjølnir byggja eitt nýtt lið upp og tað tekur tíð eftir so stóra frágongd. Men tað eru tekin um, at liðið fer at býta meira frá sær í ár enn í fjør. SÍ liggur beint frammanfyri Mjølnir á stigatalvuni, so hetta kann fara at blíva ein spennandi og javnur dystur, hóast SÍ helst er favorittur. Mansdysturin byrjar kl. 16.00.