Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krav: Styttri summarfrítíð til lærarar – og meira arbeiðið á skúlanum

Danial Viðoy

Í Noregi krevja kommunurnar nú, at summarferiurnar hjá lærarunum skulu gerast styttri – samstundis skulu lærararnir brúka meira tíð á skúlanum.

Í Noregi krevja kommunurnar nú, at summarferiurnar hjá lærarunum skulu gerast styttri – samstundis skulu lærararnir brúka meira tíð á skúlanum.

Lærararnir í Noregi kunnu møguliga síggja fram til styttri summarferiu og minni heimaarbeiðið. Ið hvussu er, um tað stendur upp til kommunurnar, sum eru partur av felagsskapinum KS, ið eisini er arbeiðsgevi hjá lærarunum.

Í løtuni er gongd í samráðingum um broytingar í arbeiðstíðum lærarans; og tað er lagt upp til broytingar, skrivar norska blaðið VG.

– Fyri ein skúla, sum vil leggja doyin á góðsku og førleikamenning, er tað óhóskandi, at út í mót ein triðingur av arbeiðstíð lærarans verður brúkt uttan fyri skúlan, uttanfyri arbeiðsumhvørvi uttan samstarvsfelagar og næmingar, sigur Per Kristian Sundnes, ið er samráðingarleiðari hjá KS.

Hann meinar at lærarar fram yvir skulu rætta stílar og fyrireika seg á skúlanum.

Samstundis krevur KS, at arbeiðstímarnir hjá lærararunum skerjast frá núverandi í miðal 43 tímum um vikuna – av tí at lærararnir harafturímóti koma at arbeiða fleiri vikur um árið.

Hesin nýggi leisturin fer at gera, at lærararnir fáa meira fyrireikingartíð og ein byrðarminni dag. Hetta fer at gagna undirvísingini, sigur Per Kristian Sundnæs.

Ítøkiligt merkir tað, at lærararnir koma fyrr í skúla eftir summarferiuna til tess at fyrireika komandi skúlaár – uttan órógv frá næmingum.

Norsku lærararnir eru ósamdir, og meina at tað er skeivt at tjóðra arbeiðstíð lærarans á skúlanum. Lærararnir halda, at hetta afturímóti kann skaða góðskuna á undirvísingini.

Tað er vón um, at fáa eina avtalu upp á pláss áðrenn nýggjár.

Møguliga føroyingar kundu roynt líknandi leist. Eina styttri summarferiu og eina longri heystfrítíð, sum kundi byrjað fyrr, so at næmingarnir, áhugaðir fyri seyði og fjalli, sluppu undan at skulka til gagns fyri fjallgongu.