Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir fær vitjan av oddaliðinum

Jákup Ósá

ÍF vitjar fríggjakvøldið í Eikliguni hjá monnum í flogbólti.

ÍF hevur 10 stig eftir 4 umfør, meðan Mjølnir enn einki stig hevur fingið. Men tað eru tekin um, at Mjølnir í ár fer at gera meira um seg enn í fjør, tá liðið bara vann ein dyst og tapti stórt nærum hvønn dyst. Tá liðini leiktu á Kambsdali í fyrsta umfarinum vann ÍF 3-1.

Dysturin fríggjakvøldið millum Mjølnir og ÍF byrjar í Klaksvíkar Badmintonhøllini kl. 18.15