Hósmorgunin hevði Norðlýsið bjóða handilsfólkum, borgarstjóra og vinnustjóra til fundar og væl var møtt og orðaskifti sera jaligt. Tosa var nógv um hvussu vit kunnu gera Klaksvík til ein jólabý og nógv góð hugskot komu á borið. Ikki einans varð tosað um jólini sum verða í næstum, men eisini meira langtsikta.

Handlarnir í Klaksvík hava fram til Jóla samskipa opningstíðirnar og byrjað verður hetta vikuskiftið tá opið verður leygardagin og sunnudagin (sí her).
Allir handlar í Klaksvík kunnu gerast partur av Handilssamtakinum sum fram til jóla eru saman um at koyra átakið við at lýsa við nær handlarnir hava opið og við lýsingum í Kringvarpinum sum Jákup Veyhe hevur gjørt. (Hoyr lýsing til hetta vikusiftið við at trýsta her)
Borgarstjórin tosaði um hvat býráði hevði gjørt og ger fyri at gera miðbýin meira spennandi. Eisini nevndi hann at tað vóru konkretar ætlanir um at at seta meira peninga av til jólapynt og annað komandi ár og hann gleddi seg til ein dialog við handilslívið í hesum sambandi.
Fleiri nevndu at økið við gamla kirkjugarð átti at gerast meira áhugavert í samband við jólatræið og kanska skuldi eitt slag av jólabýið verði ein fastur táttur í miðbýinum var eitt av hugskotunum.
Leygardagin er opið frá Kl 10 – 17
Sunnudagin er opið frá kl. 16 -20