Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Black Friday – brúkaraveitsla?

Oliver Joensen

Black Friday – brúkaraveitsla?

Partabrævamarknaðurin hevði enn ein góðan mánað, og útlitini eru framvegis jalig. Black Friday er ein góður mátistokkur fyri privatu nýtsluna restina av árinum.

BankNordik hevur júst almannakunngjørt mánaðarligu uppgerðina av gongdini á virðisbrævamarknaðunum. Í greiningini verður staðfest, at búskaparliga framgongdin heldur fram, tó er ein ávísur munur at hóma millum heimspartarnar. Framgongdin hevur eisini havt eina jaliga ávirkan á partabrævamarknaðin, har m.a. vísitølini úr Danmark og USA enn einaferð hava ein mánaðarligan vøkstur.

Fríggjadagurin eftir Thanksgiving í USA verður nevndur “Black Friday”. Orsøkin er, at úrslitið hjá fyritøkunum í USA sigst broytast frá at verða skrivað við reyðum (undirskot) til at verða skrivað við svørtum (yvirskot) henda dagin. Tá privata nýtslan er so stór henda dagin, so hava greinarar eitt vakið eyga við søluni, av tí at hon eisini er ein góð ábending um jólasøluna.

Tað verður kjakast dúgiliga um, hvørt virðismetingin av partabrævamarknaðinum er ov dýr, tá metingin verður grundað á P/E lyklatalið. Price/Earning lyklatalið er eitt lutfall millum prísin fyri fyritøkuna (P) og úrslitið hjá fyritøkuni (E). Tann stutta viðmerkingin er, at um úrslitið hjá fyritøkunum framhaldandi veksur, so kann verða ført fram, at partabrævamarknaðirnir kunnu hækka enn meira. Til ber at lesa meira um hetta í einum longri tátti í Markets Update frágreiðingini.

(Forward) P/E síðan 2006. Bláa strikan vísir núverandi støðið.

Kelda: Bloomberg

Evropiski miðbankin lækkar rentuna

Evropiski miðbankin lækkaði leiðandi rentuna við 0,25% í november. Greinarar høvdu mett, at ein lækking kundi fara at koma í komandi ári. At lækkingin kom longu í 2012 var heldur óvæntað, men seinastu lyklatølini fyri evropiska búskapin geva pláss fyri einari lækking. Evropiski miðbankin nevndi tann lága prístalsvøksturin sum eina orsøk. Stevnumiðið hjá miðbankanum fyri prístalsvøksturin er á leið 2%. Tá prístalið er lægri, so er tað møguligt at lækka leiðandi rentuna, sum vónandi setur meiri gongd á búskapin. Ein kundi mett, at amerikanski dollarin skuldi styrkna mótvegis evruni, men so var ikki.

Seinastu tíðina hevur kinverski búskapurin kunngjørt jalig tøl. Eisini hevur kommunistiski flokkurin havt sín árliga fund, sum varð lokin við einari almennari fráboðan um framtíðar broytingar fyri kinverska samfelagið. Kinverska stjórnin ynskir at gera nýggjar broytingar. Broytingarnar skulu tryggja at prísurin á olju, gassi, streymi, vatni, flutningi og fjarsamskifti í framtíðini í enn størri mun verður ásettur í mun til útboð og eftirspurning.

Útlitini fyri heimsbúskapin eru enn jalig. USA, Evropa og vónandi Kina verða drívmegin komandi mánaðirnar. Hinvegin hava India og Brasilia tað torført. Møguliga hava útlitini fyri búskapin í USA verið ógreið orsakað av seinastu politisku kreppuni í USA, m.a. í sambandi við spurningin um at hækka skuldarloftið. Av tí at henda avbjóðingin er útsett, so kann hetta fáa eina ávirkan í nýggja árinum.

Virðisbrævamarknaðurin eisini í jólafrí

Íløguárið 2013 nærkast endanum. Tað ber ofta við sær, at virkishugurin lækkar, av tí at íleggjarar vilja tryggja sær, at núverandi avkastið eisini verður staðfest, tá árið er runnið. Ein íleggjari vil heldur brúka seinasta mánaðin at leggja ætlanir fyri íløguárið 2014, serstakliga tá tað snýr seg um, hvussu samansetingin av partabrøvum og lánsbrøvum skal vera. Metingin hjá BankNordik kann lesast í Markets Update.

BankNordik metir framvegis, at partabrøv skulu spæla ein leiklut í 2014. Tað kann henda, at partarbrøvini fáa eina afturgongd, um tjóðbankin í USA velur at minka um lánsbrævakeypini í framtíðini. Tað er tó sera umráðandi at skilja, at henda avgerðin einans verður tikin, um tjóðbankin metir, at búskapurin kann vera sjálvberandi. Í hesum føri fer ein størri búskaparvøkstur at betra um møguleikan hjá fyritøkunum at røkka einum betri úrsliti, sum er avgerandi fyri partabrævagongdina.

Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari á Íløgudeildini í BankNordik, heldur, at tað verður áhugavert at síggja tølini fyri smásøluna á “Black Friday”, sum verða kunngjørd í næstum, av tí at tølini kunnu geva eina ábending um smásøluna næstu tíðina. Serliga tá hugsað verður um, at privatnýtslan hevur stóran týdning fyri búskapargongdina í USA.

Íløgudeildin í BankNordik ger mánaðarligar metingar av gongdini á fíggjarmarknaðinum. Hevur tú viðmerkingar ella spurningar til innihaldið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Íløgudeildina á telefon 330 330.

Vinarliga heilsan / Med venlig hilsen
Arnfinnur Gudjónsson
Bólkaleiðari / Manager
Íløgudeildin / Markets
Tel +298 330 330 Mobil +298 230 465
argu@banknordik.fo www.banknordik.fo