Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanargrunnur Studentafelagsins og Føroyaprent

TÍÐINDASKRIV FRÁ MENTUNARGRUNNI STUDENTAFELAGSINS OG FØROYAPRENTI

Mentunargrunnur Studentafelagsins og Føroyaprent hava stovnað smápartafelagið Forlagið MS við endamálinum at geva út bøkur og annað, sum hevur samband við hetta. Jon Hestoy er stjóri í forlagnum og Jógvan Isaksen er nevndarformaður og leiðari av forlagnum.

Forlagið hevur í nógv ár verið rikið av Jógvani Isaksen einsamallum, og í tey seinastu árini í neyvum samstarvi við Føroyaprent. Tann broyting, sum nú fer fram, er gjørd fyri at tryggja forlagið í vónandi mong ár.

Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úrHinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var Yrkingar (1914) eftir Janus Djurhuus, og forlagið fyllir sostatt 100 komandi ár. Forlagið hevur øll árini verið ein tann dyggasti útgevarin av føroyskum upprunatilfar.

Um forlagið og útgávur tess sí: www.ms.fo