Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Syngið við” og jólahugni fyri eldri

Tíðindaskriv

Leygardagin 14.desember kl. 15.00 verður Smæran á Kjalarvegnum karmur um hugnaligt tiltak, sum er fyriskipað av Eldraráðnum.

Leygardagin 14.desember kl. 15.00 verður Smæran á Kjalarvegnum karmur um hugnaligt tiltak, sum er fyriskipað av Eldraráðnum.

Á skránni verður sangur við undirspæli frá Alex Sólstein, luttøka av harmonikubólki og Símin M. Poulsen (Dal) fer at hugleiða um Klaksvík.

Ein drekkamunnur við onkrum góðum afturvið verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.