Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egil avvísir ikki møguleikanum at spæla

Jákup Ósá

Søgur hava gingið um, at Egil á Bø aftur fer at spæla í fullari “ferð” komandi kappingarár í EB/Streymi. Sjálvur avvísir hann ikki møguleikanum.

Søgur hava gingið um, at Egil á Bø aftur fer at spæla í fullari “ferð” komandi kappingarár í EB/Streymi. Sjálvur avvísir hann ikki møguleikanum.

39 ára gamli Egil á Bø spældi í ár 10 dystir í Effodeildini, hóast hann ikki var beinleiðis partur av hópinum og nærum ikki vandi. Men í vetur hava søgur gingið um, at Egil nú aftur fer at spæla sum “vanligur” partur av hópinum.

– Eg havi hoyrt hasar søgurnar, men tað er ikki nakað avgjørt. Eg havi bara avgjørt, at eg fari at spæla á onkrum liði og um tað verður í 3.deild, 1.deild ella Effodeildini veit eg ikki enn. Støðan í ár er ikki haldbar í longdini, men kann virka í eina tíð, tá ein leikari kemur inn at spæla uttan at vera dagligur partur av hópinum. Í løtuni dugi eg ikki at siga, um eg spæli í Effodeildini ella ikki, tí har eri eg ikki komin enn, sigur Egil á Bø við nordlysid.fo

So hóast Egil onga avgerð hevur tikið, so vil hann ikki avvísa møguleikanum og tað kundi bent á, at hann verður aftur á vøllinum komandi ár. Tí sum hann sigur, støðan líkist eitt sindur støðuni fyri einum ári síðani.