Eftir syrgiligu boðini um at Nelson Mandela er deyður, rósir Amnesty International í dag einum av heimsins mest framskygdu leiðarunum í stríðnum at verja og stuðla mannarættindunum.
Eftir syrgiligu boðini um at Nelson Mandela er deyður, rósir Amnesty International í dag einum av heimsins mest framskygdu leiðarunum í stríðnum at verja og stuðla mannarættindunum.
Nelson Mandela var politiskur fangi, sum eisini varð hildin aftur orsakað av samvitsku hansara. Hann skilti hvussu tað, at bólkar verða útihýstir, oyðileggur sosiala samanhangin í einum landi við at skapa ójavna. Mannarættindarrørslan um allan heimin stendur í takksemisskuld til Nelson Mandela. Øll vit, ið mettu hann høgt, eiga at halda á við stríði hansara.”
“Tá Nelson Mandela vísti dirvi og, sum ein av heimsins leiðarum noktaði at góðtaka órættvísið, hevði tað við sær broytingar um allan heimin,” sigur Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International.
“At Nelson Mandela er deyður er ikki bert ein missur fyri Suðurafrika. Tað er ein missur fyri øll kring heimin, sum berjast fyri frælsi, fyri rættvísi og fyri at steðga mismuni.”
“Stríðið hjá Nelson Mandela fyri mannarættindum var eyðkent av ósvikaliga vilja hansara til at burturbeina rasumismun undir apartheit. Eftir tað kom týdningarmikla arbeiði hansara í stríðnum móti HIV, AIDS í Suðurafrika. Eftirmæli hansara tvørtur um Afrika og um allan heimin fer at verða virt í fleiri ættarlið.”
Í november 2006 útnevndi Amnesty International Nelson Mandea at vera samvitskuumboðsmann fyri at viðurkenna arbeiði hansara í nógv ár við at finnast at brotum á mannarættindini, ikki bert í Suðurafrika, men kring allan heimin.
Far til www.amnesty.org fyri at lesa øll minningarorðini hjá Amnesty International um Nelson Mandela.




