Í gjár kavaódn, í lýsingini í morgun silvitni. Tað eru kostirnir skalt tú búleikast á hesum klettum. Klaksvík hevði rættuliga gjørt seg til, nú tunnilsdagur var og ókeypis at koyra, men gakk – vánalig koyrilíkindi og ilfýsi ímillum húsa.
Tó so, tað var onkur sum segði, at føroyingar høvdu lært at fáa sær regnklæði síðani festivalarnir byrjaðu – nakað er um tosið, tí hóast sera sera vánaligar umstøður í gjár, orsakað av veðri, so var heilt fitt av gestum at síggja í gøtunum í Klaksvík.
Handlarnir í Klaksvík hava eisini opið í aftur mánadagin, so hættaði tú tær ikki hendavegin í gjár, so er gylt høvi tá, sí lýsing áðrastaðni á síðuni her!




