Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkynd, parlag og kærleiki

Jógvan Páll Sevdal

Tá eg hætti mær at skriva um hetta sera eyma mál, vil eg fegin siga mína hugsan uttan á nakran hátt, at fordøma ella skriva niðrandi um onnur, sum ikki hava mína áskoðan í hesum máli. Tá onkur sigur, at vit ikki skulu nýta bíbliuna í hesum máli, má eg spyrja, hvørji onnur grundfestir hava vit so at halda okkum til?

Tá eg hætti mær at skriva um hetta sera eyma mál, vil eg fegin siga mína hugsan uttan á nakran hátt, at fordøma ella skriva niðrandi um onnur, sum ikki hava mína áskoðan í hesum máli. Tá onkur sigur, at vit ikki skulu nýta bíbliuna í hesum máli, má eg spyrja, hvørji onnur grundfestir hava vit so at halda okkum til?

Perónliga havi eg fagna Jesusi sum mínum persónliga frelsara og Harra og ynski eg at fylgja Honum, samsvarandi mínari bíbilsku sannførðing. Bíblian er Guds orð og er okkara vegleiðari í lívsins viðurskiftum. Eg vil grungeva fyri mínari áskoðan á henda hátt, at eg eri ímóti samkyntum parlagi og hjúnarbandi:

1. Anatomiin

Maður og kvinna eru skapt ólíka. Maðurin er skaptur sum maður og kvinnan er skapt sum kvinna. Likamsmunirnir eru sjónligir.Tí meti eg tað vera púra burturvi, ikki at hava henda verunleika í huga. Skapanarmunurin á manni og kvinnu sigur greitt, at samkynt parlag ikki er tað rætta. (1.Mós.1:27; Matt.19:4-5)

2. ”Ær faðir tín og móðir tína”

Í bíbliuni verður skriva 7 ferðir, at vit eiga at ”Ær faðir tín og móðir tína”

hetta er fyrsta boði við lyfti. Hesin møguleikin verður burtur og gjørdur ómøguligur í einum samkyndum parlagi ella hjúnarbandi. Og er tí samkynt parlag ella hjúnarband ikki sambært bíbliuni.(2 Mós.20:12, 5 Mós. 5:16; Matt. 19:19; Mark.10:19; Luk. 18:20; Efs.6:2)

3. Stórt loyndarmál:

Eitt tað størsta fyribrygdi millum mann og kvinnu er hjúnarbandið: Bíblian sigur okkum, at Harrin hevur stovnsett hjúnarbandið sum størsti kærleikskarmur í manna høpi. Bíblian sigur greitt, at hjúnarbandið er eitt ”stórt loyndarmál” sum er millum samkomu Guds og Kristus. Tá hjúnarband ella parlag millum tvey av sama kyni verða góðkend á sama støði sum bíilska hjúnarbandið, verður stóra loyndarmálið millum samkomuna/kirkjuliini og Kristus vanhalgað og vanvirt. (Efs. 5:25-32)

4. Kærleikin:

Tað verður í samkyndum høpi skriva nógv um at elska hvønn annan. Tá tað snýr seg um kærleikan, sigur Jesus ”Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum , av allari sál tíni og av øllum huga tínum”

Hvussu kunnu vit so elska Harran Gud okkara? Jú, fyrst og fremst, at vit fagna kærleiksgávu Hansara – Jesus Kristus, sum Hann sendi til bót fyri syndir okkara. Jesus sigur: ”tann ið elskar meg heldur boð míni.” Elska vit Harran Jesus og liva eftir boðum Hansara vilja vit elska næsta okkara og einsvæl tey samkyntu, sum okkum sjálvi. Samkynt parlag ella hjúnarband stríða ímóti boðum Harrans Jesusar. (5 Mós.6:5-6; Matt.22:37; Mark.12:20; Jóh. 14:15-24 )

Niðurstøða:

Hvørji eru so boð Jesusar í umtalaða høpi?

1. Jú, vit eiga at góðtaka okkum soleiðis, sum vit eru skapaði: sum mann og kvinna .

2. Tað er álagt okkum at æra faðir og móðir.

3. Vit eiga ikki at vraka og vanhalga stóra ”Loyndarmálið” samkomuna og Kristus.

4. Vit eiga at elska Harran Gud okkara soleiðis, at vit við trúgv á Jesus takka Honum fyri fullgjørda verk Hansara á Golgata, og á tann hátt elska Gud okkara.

Eitt sum sjálvdan verður tikið fram í samkyndum høpi er, hvørjar avleiðingar samkynt parlag/hjúnarband kemur at hava fyri land og tjóð okkara í framtíðini.

Rúni Rasmussen skrivar:

”hann saknar eina neyvari lýsing av,hvørjar langtíðaravleiðingar hendan umdefineringin (av núverandi lógfesta húnarbandi ) fer at fáa á samfelagið, familjur, børn, hjúnabond og einstaklingar?”

Tónleika- og sangstjørnan Elton John, sum livir saman við øðrum manni og sum hava ættleitt dreingjabarn, hevur sagt:
”Sønnen vår vill bli knust når han finder ut av han ikke har en mor”. (yvirskrift í ”Dagbladet” netutgaven 16. juli 2012)
Kanadiumaðurin Dr. David Hallse, sum hevur stórt rágevingar virksemi innan samkomuvirksemi í Toronto, vitjaði í Leirvík mai 2007, segði, at tað hevði veridð ein sera hugvekjandi og skakandi skrúðgonga í USA av 20000 til 25000 tanáringum, har slagorið var: ”Hvør er er pápi mín og hvør er mamma mín?”

Nevdu dømi eru bert ein ábending um hvussu framtíðar avleiðingarnar koma at síggja út.

Fari staðiliga at heita á allar løgtingslimir og alt krikjufólk og samkomufólk og føroya fólk, at hugsa ávarsliga um, ikki at vraka boðskap bíbliunnar.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Jógvan Páll Sevdal