Gerhard Lognberg hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um stuðul til keyp av triðjalandsfiski ella norskum fiski. Uppskotstillarin heitir á landsstýrið um at kanna, hvussu stuðul kann latast til flakavinnuna fyri at keypa frystan fisk úr triðjalandslondum og Noregi til virkingar í Føroyum og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið. Uppskotið er til 1. Viðger í løtuni og hevur fingið sera góða móttøku frá framsøgufólkunum.

UPPSKOTIÐ ER SOLJÓÐANDI:
Hetta uppskotið kemur øllum í landinum til góðar, serliga har smærri virkir eru, og sum ongan fisk hava, og tískil kundu keypt triðjalandsfisk ella norskan fisk Millum annað er Sandoyggin komin í eina ringa støðu, tí nærum einki fiskaarbeiði er í oynni.
Tey skip, ið eru í dag, eru virkir eigarar av, og sostatt landa teir fiskin til síni egnu virkir heldur enn onnur. Støðan er øðrvísi í t.d. Sandoynni, tí har eru eingi skip, sum hoyra til virkir, og tískil fær tað virkið, ið er í gongd í dag, nærum ongan fisk. Møguleikin, sum var fyri at keypa á uppboðssøluni er ikki til meira, og tískil er hesin møguleikin, sum Sandoyggin og onnur høvdu, púra vekk, tá ið kravið var um, at ein triðingur skuldi fara um uppboðssøluna.
Landið stuðlaði Sandoyarætlanini nú fyri nógvum árum síðani við góðum tveimum milliónum, og nógv av hesum peningi hevur landið fingið aftur t.d. umvegis skatt.
Um flakavirkini detta heilt niður fyri, so er ein stórur trupulleiki runt í landinum og Sandoynni við, og hetta kann verða torført at gjøgnumskoða. Tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt alt fyri, at flakavirkini bæði í Sandoynni og aðrastaðni sleppa í gongd aftur, tí hesi eru í veruleikanum stór arbeiðspláss.
Upplýst er, at størsti trupulleikin í tilgongdini við at keypa frystan fisk er at fíggja fiskin frá tí, at hann er keyptur, t.d. í Noregi, og til hann er liðugt viðgjørdur í Føroyum og seldur aftur.
At landið stuðlar hesi mannagongd fer ikki at verða ein útreiðsla fyri landið, men ístaðin ein stór inntøka, tí at fólk t.d. sleppa aftur til arbeiðis á virkjum bæði í Sandoynni og aðrastaðni við, og harvið koma fleiri fólk at rinda skatt bæði til land og kommunu, heldur enn at vera í t.d. ALS skipanini.
Á Løgtingi, 4. desember 2013
Gerhard Lognberg