Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Birgit og Sofía taptu tætta hálvfinalu

Danial Viðoy

Flogbóltur í Danmark: Besta kvinnuliðið hjá Frederiksberg Volley, sum tær føroysku Birgit Guttesen og Sofía Purkhús eru partur av, tapti í kvøld eina tætta hálvfinalu ímóti Brøndby. Endaliga støðan gjørdist 1-3. Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí ein dystur afturat skal spælast ímóti Brøndby.

Flogbóltur í Danmark: Besta kvinnuliðið hjá Frederiksberg Volley, sum tær føroysku Birgit Guttesen og Sofía Purkhús eru partur av, tapti í kvøld eina tætta hálvfinalu ímóti Brøndby. Endaliga støðan gjørdist 1-3. Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí ein dystur afturat skal spælast ímóti Brøndby.

Genturnar úr Frederiksberg verða noyddar at vinna torføra útidystin, um lív skal haldast í vónini um eitt finalupláss í steypakappingini. – Brøndby liggur á fyrsta plássi í landskappingini og hava fyrr í ár vunnið 3-0 á Frederiksberg. Eisini hesin dysturin var tættur.

Birgit spældi tvey sett í kvøld, ímeðan Sofía fekk eitt. Tær báðar kunnu vera nøgdar við síni avrik, hóast tað ikki rakk til sigur.

Gongdin í dystinum

Fyrsta sett endaði 22-25 til Brøndby. Tað sást beinanvegin at talan var um eitt gott Brøndby-lið. Nøkur ordans kanónsløg, sum tær fingu niður í gólvið. Ikki fyrr enn støðan var 4-9 kom Frederiksberg í gongd, og fingu tær Brøndby aftur. Stavn um stavn, men endin var at Brøndby dróg longra stráið.

Í øðrum setti kom Birgit Guttesen inn og spældi hon tvey tey komandi settini. Í hesum settinum komu tær úr Frederiksberg fyrr í gongd, og betri gekst við móttøkunum enn í fyrra settinum. Settið var aftur tætt, men tíansbetur fyri heimaáskoðararnar dróg Frederiksberg longra stráið. Settúrslitið gjørdist 25-23.

Í triðja settinum var eisini talan um eitt javnt sett. Tó førdi Brøndby tað mesta av tíðini og vóru tær eisini meira avgerandi. Endin var at Brøndby vann settið 21-25.

Í fjórða settinum kom Sofía inn fyri Birgit. Um orkan var byrjað at ganga undan hjá nøkrum av leikarunum hjá Frederiksberg, var ilt at siga. Tær úr Brøndby tóktust at orka betur og høvdu tískil meira yvirskot í fjórða og seinasta settinum. – Sofía, sum júst var komin inn, var tó ment at sláa onkran bóltin í gólvið, eins og Birgit hevði megnað í teimum báðum fyrru settunum. Síðsta settið endaði 19-25.

Talan í kvøld var allarhelst um rætta vinnaran. Men eru tær úr Frederiksberg til dystin fús næstu hálvfinaluna, hava tær møguleikan at fáa bilbugt við Brøndby. Tvey jøvn lið, má sigast.