WINTHEREIG BLOGGAR: Summi tíðindi enda við at gerast tíðindi, bara tí, at tey ráðandi siga, at tey eru tíðindi. Dagsins dømi er samanlegging av tveimum kommunufeløgum. Tá hvørki sjónvarpið ella portal.fo megnaðu at gera annað enn skúlablaðsjournalistikk burturúr, so áttu tey at slept hasum tíðundunum ella gjørt okkurt, sum gav meining.
Summi tíðindi enda við at gerast tíðindi, bara tí, at tey ráðandi siga, at tey eru tíðindi. Dagsins dømi er samanlegging av tveimum kommunufeløgum. Tá hvørki sjónvarpið ella portal.fo megnaðu at gera annað enn skúlablaðsjournalistikk burturúr, so áttu tey at slept hasum tíðundunum ella gjørt okkurt, sum gav meining.
Um hvørki nakar journalistur ella nakar borgarstjóri klárar at greiða tann spurningin, so hevur ein slík samanlegging ongan týdning. Og tá eingin heldur spyr, ja, so er tað púra burturvið.
Men tí Heðin Mortensen ella onkur annar hevur kallað pressuna á Hotel Hafnia, ja, so fer pressan trippandi avstað. Tað kundi eins væl verið SMS, sum bjóðaði til tíðindafund, tí eitt nýtt SMS-blað var komið út.




