Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 arbeiðir við at styrkja hópin

Jákup Ósá

Forkvinnan í B68 sigur, at helst verður hópurin styrktur við tveimum leikarum afturat.

Norðlýsið skilir, at B68 hevur hugt eftir útlendskum málverja, ið hevur spælt í Danmark. Forkvinnan í B68, Beinta Mikkelsen, vil ikki avvísa hesum.

– Vit hava tveir góðar málverjar, men kanska eru teir ov ungir. So vit eru opin fyri øllum. Eftir ætlan fara vit at styrkja liðið við tveimum leikarum afturat. Einum til framrættaða miðvøllin og ein til verjupartin, sigur Beinta Mikkelsen við nordlysid.fo.