Tað hevur verið rættuliga nógvur vindur kring alt landið nú í nakrar tímar. Fyri løtu síðani segði veðurmátarin hjá landsverki at vindferðin á Oyndfjarðarvegnum var úr 42 m/sek upp í 70 m/sek.
Vindmátarin við Gravarbø segði 39 m/sek. og á Viðareiðisvegnum vóru máldar hvirlur upp í 44 m/sek.




