Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú leikar vindurin í

Hanus Kjølbro

Nú er klokkan 17.30, og lágtrýstið er farið framvið fyri lítlari løtu síðan. Á middegi varð trýstið sera lágt, bert 947 hPa. So lágt trýst verður ikki ofta mált – og so als ikki í tveimum ymiskum lágtrýstum, ið raka Føroyar í einum og sama samdøgri.

Ættin er nú vestan fyri sunnan – flestu støðini, har LV hevur sett mátistøðir upp, boða frá útsynningi. Tó er eisini vestan og útnyrðingur onkunstaðni. Ikki óvanligt, tá ið lágtrýstið fer framvið so nær við Føroyar. Ferðin norðureftir hevur verið eitt sindur meiri, enn roknað hevur verið við. Tí er tað ringasta framskundað ein ella tveir tímar.

Miðalvindurin úr javntrýstlinjukortinum er máldur til 28 til 32 m/s. Men – ikki tykkum at siga – so er hopileyst at siga eina vindferð umboðandi alt landið. Hetta sæst eina best við yvirlitinum hjá Landsverki. Á Velbastað stendur um húsbrot, í Klaksvík hava fólk, tosað hevur verið við, ikki upplivað slíkan vind. Á Viðareiði hevur ikki tann stóri vindurin verið, samanborið við onnur støð. Nakrar harðar hvirlur hava verið seinnapartin, men ímillum tær hevur ikki verið nevnivert av vógvum vindi. Lokal landafrøðilig viðurskifti gera av, hvussu nógvur vindur er á staðnum.

Vit fylgja við viðurskiftunum í lufthavinum alt kvøldið.