Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aliringarnir hava klára ódnina higartil

Oliver Joensen

 Tað sigur Jón Purkhús, sum varðar av aliringunum hjá Bakkafrost í Norðoyggjum og einum parti av Eysturoynni.

Beint eftir døgurða ídag, vóru alibátarnir úti á øllum ringunum, eisini úti á Núpi, á Pollinum og norðuri í Haraldssundi og aðrastaðni og har var støðan góð.

Nú er myrkt og mær tykir at vindurin er minkaður nakað, so vit rokna við at útgerðin hevur staði ímóti ódnini. Tað er umráðandi hjá okkum at hava slíkar toppar í illveðrinum í huga og at dimensionera amboðini hareftir.

Tá vit spyrja Jón Purkhús um fóðringina, sigur hann, at fóðringin gongur automatiskt. Fólkið, ið hevur ábyrgdina av ringunum siglur út á ringarnar hvønn dag, teir hyggja eftir um fiskurin etur væl, so geva teir meira, og etir laksurin minni, so skrúva teir eitt sindur fyri. Fiskurin fær at eta, sjálvt um bátarnir ikki sleppa at ringunum í nakrar tímar. Eg havi verið í samband við allar ábyrgdarmenninar, og vit hava bara góð tíðindi at bera víðari, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari hjá Bakkafrost í Norðoyggjum