Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin-Stjørnan 25-23

Jákup Ósá

Tað bleiv ein sera spennandi dystur í høllini á Hálsi í kvøld millum Neistan og Stjørnuna.

Vit fylgja gongdini í kvinnu dystinum í havn í kvøld millum Neistan og Stjørnuna. Dysturin byrjar kl. 18.30.

3 min.: 4-1 til Neistan, sum hevur fingið lætt spæl í álopspartinum.
7 min.: 6-3 til Neistan
12 min.: Lovisa Lassen til 6-6. Stjørnan er komið væl inn aftur í dystin.
16 min.: Nú er 7-7
17 min.: 8-8. tað er Lovisa Lassen, ið er stórspælandi fyri Stjørnuna og hevur skorað seinastu 3 málini.
18 min.: Útlendski leikarin Anna Maria leggur Stjørnuna á odda 9-8. Stutt eftir er 10-8 til Stjørnuna.
22 min.: Jacklin Djurhuus til 10-10.
24 min.: Mina Sirdal og Jacklin Djurhuus hava skorað, so nú er støðan 11-11. 
Stjørnan hevur tikið sítt fyrsta time out
26 min.: Neistin er nú á odda 12-11
27 min.: Bæði tey seinastu skotini hjá Minu Sirdal eru endaði á stongini uttan at fara inn.
28 min.: Kristina Poulsen fær brotskast, sum Mina Sirdal skoraði uppá. 12-12
29.55: 13-13 og Neistin hevur biðið um time out. Neistin er í álopi. Lovisa Lassen hevði júst eitt skot á yvirleggjaran.
Hálvleikur: 13-13
Mina Sirdal fekk útvísing beint áðrenn hálvleik, tá dramatikkur kom í. Klokkan stóð til at vísa, at bara 3 sekund vóru eftir, men tá dómararnir bríkslaðu fyri time out vóru 7 sekund eftir. Tað blivu spæld 7 sekund afturat, men einki mál kom. Talan hevur verið um ein javnan og spennandi dyst, har Neistin byrjaði betri. Men so kom Stjørnan aftur og seinastu løtuna hava liðini skift um at havt leiðsluna.
32 min.: Mina Sirdal til 13-14 (Stjørnan á odda)
34 min.: Jansy Jacobsen til 13-15
36 min.: Stjørnan hevði møguleikan at økja um til 3 mál, men ístaðin fangaði Neistin bóltin og so kundi Nicoleda skora til 14-15.
37 min.: Stjørnan rakar ofta stongina og út, men Stjørnan hevur framvegis leiðsluna. Nú økti Mina Sirdal til 14-16.
39 min.: Mina Sirdal til 15-17
42 min.: So er Neistin komin á javnt 17-17
44 min.: Jacklin til 18-17. Tað hevur havt stóra ávirkan á álopsspælið hjá Stjørnuni, at Mina Sirdal fór út á bonkin at hvíla seg. Nú er hon komin inn aftur.
46 min.: 19-17 til Neistan og Stjørnan tekur time out. Stjørnan eigur í álop.
47 min.: 20-18
50 min.: Nú eru persónligu mistøkini fleiri á Stjørnu liðinum, men framvegis er spenningur í dystinum. 21-19 til Neistan. Stjørnan í álopi.
51 min.: Jansy Jacobsen hevur verið trygg av høgra vongi og tað er hon aftur hesaferð. 21-20. Í álopinum aftaná skorar Neistin til 22-20.
52 min.: 22-21
54 min.: Framvegis 22-21. Stjørman hevði møguleikan at javna, men Fríða Petersen bjargaði.
56 min.: Mina Sirdal við brotskasti til 23-22 til Neistan.
57 min.: Stjørnan er farið at mansuppdekka Jacklin Djurhuus. Neistin er ná á odda 24-22.
59 min.: Ella Petersen skjýtur á yvirleggjaran og Neistin skorar uppá álopið aftaná. 25-22. Men í álopinum aftaná skorar Ella til 25-23. Framvegis ikki avgjørt.
59.37 min.: Neistin tekur time out og hevur álop. Tað skal okkurt óvanligt til, um Stjørnan skal fáa javnleik.
Liðugt: Stjørnan fekk seinasta álopið, men sum so ofta hendan dystin, so fór bólturin á stongina og út. Sostatt vann Neistin hendan spennandi dystin 25-23. 
Sum heild var munurin lítil og eingin á hesum báðum liðunum. Stjørnan spældi væl, men í seinna hálvleiki blivu persónligu mistøkini heldur nógv. Spenningurin helt sær allan vegin og Stjørnu hópurin er uttan iva væl nøgdur við avrikið hendan dystin, hóast tað akkurat ikki rakk til stig. 
Nú eru fleiri myndir komnar frá seinna hálvleiki
Harleyfacadeacryl