Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pelagiska vinnan í ES misnøgd við Damanaki

John William Joensen

Gerard van Balsfoort, forseti fyri felagskapin hjá Pelagisku vinnuni sigur at fyri teir hevur tað avgerandi týdning at ES og Norra arbeiða tætt saman.

Gerard van Balsfoort, forseti fyri felagskapin hjá Pelagisku vinnuni sigur at fyri teir hevur tað avgerandi týdning at ES og Norra arbeiða tætt saman.

– Vit hava lisið brævið sum Vestergaard sendi til Damanaki og tað var ikki til at misskilja. Føroyar hava víst tilboðnum frá Damanaki frá sær.

– Fyri okkum er avgerandi at ES og Norra arbeiða tætt saman sum ein mótpartur til Føroyar og Ísland og hini strandalondini. Vit ynskja ikki at Norra ella ES arbeiða einsæris og vit halda avgjørt at ferðin hjá Damanaki til Føroyar og Ísland var eitt óheppið solo átak har ES kommiserurin ikki frammanundan hevði fingið undirtøku ella góðkenning í Norra.

– Harafturat halda vit tað verða alt ov nógv at bjóða Føroyum og Íslandi 11,9% og tí kann eg ikki siga at vit vóru misnøgdir við føroyska svarið, sigur Gerard van Balsfoort í telduposti til Norðlýsið í kvøld.