Tórshavnar Kommunu letur mánadagin upp lestrarhøli, nevnt Lestrarhúsið, í miðbýnum í Havn, har ung lesandi næsta mánaðin hava møguleika at seta seg við sínum lestraruppgávum.
Tórshavnar Kommunu letur mánadagin upp lestrarhøli, nevnt Lestrarhúsið, í miðbýnum í Havn, har ung lesandi næsta mánaðin hava møguleika at seta seg við sínum lestraruppgávum.
Hølini eru ætlað sum ein tænasta til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrí, men sum møguliga hava eina stóra uppgávu fyri framman, og tí hava tørv at sita í frið og náðum og arbeiða við hesum. Men øll onnur lesandi eru eisini vælkomin at nýta hølini.
Talan er um hølini í Niels Winthersgøtu 5 í miðbýnum, sum eru í trimum hæddum við góðum umstøðum. Hølini eru opin hvønn dag frá klokkan átta á morgni til klokkan átta á kvøldi í tíðarskeiðnum frá 23. desembur til 24. januar, og lyklar til hølini fáast í Snarskivuni, ið er opin frá klokkan 9 til 16 gerandisdagar.




