Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk noktandi svar frá Fuglafjarðar Býráð um meira stuðul til flutning av rekaviði

John William Joensen

Á seinasta býráðsfundinum í Fuglafirði undan jólum avgjørdi ein meiriluti í býráðnum ikki at lata meira stuðul til Righøvundin Justinus Ejdesgaard sum hesin hevði biðji um í samanbd við flutning av rekaviðið sum nýtast skuldi til nýggja bygning hansara, sum í serstøkum gomlum byggisniðið verður bygdur á Hellunum.

Á seinasta býráðsfundinum í Fuglafirði undan jólum avgjørdi ein meiriluti í býráðnum ikki at lata meira stuðul til Righøvundin Justinus Ejdesgaard sum hesin hevði biðji um í samanbd við flutning av rekaviðið sum nýtast skuldi til nýggja bygning hansara, sum í serstøkum gomlum byggisniðið verður bygdur á Hellunum.

ÚR GERÐABÓKINI:

Talan er um flutning frá Heltnini til Havnar og síðan úr Havn til Rituvíkar. Biðið verður um kr. 8.000,- í stuðli til hendan flutning

Fuglafjarðar kommuna hevur frammanundan veitt kr. 12.000,- í stuðul til at samla upp og koyra rekaviðið til Heltnina, har hann nú liggur.

Málið hevur verið til viðgerðar á fundi í teknisku nevndini tann 04. desember 2013, og metir ein meiriluti Petur Abrahamsen og Sigga Óladóttir Joensen ikki, at tað í hesum føri er talan um eina so serstaka bygging, at kommunan skal veita meira stuðul, enn áður er latin. Meirilutin mælir tí til, at umsóknun um stuðul uppá kr. 8.000,- ikki verður gingin á møti.

Minnilutin Dánjal Vang mælir til, at umsóknin verður gingin á møti, um at játta. kr. 8.000,- afturat í stuðul til hesa verkætlan.

Minnilutin Dánjal Vang ynskti at málið verður lagt fyri býráðið til endaliga støðutakan.

A_v_g_e_r_ð:_ _

Atkvøtt varð fyrst um minnilutatilmæli frá Dánjali Vang, sum fall. (3 atkv. fyri og 4 atkv. ímóti og 2 atkv. blankar. Ímóti atkvøddu Sonni á Horni, Árant Berjastein, Sigga Óladóttir Joensen og Petur Abrahamsen. Blankt atkvøddu Magnus S. Midjord og Birgir Petersen). Síðan varð atkvøtt um meirilutauppskotið hjá Peturi Abrahamsen og Siggu Óladóttir Joensen sum varð samtykt. (4 atkv. fyri, 3 atkv. ímóti og 2 atkv. blankar. Ímóri atkvøddu Sigur. S. Simonsen, Dánjal Vang og Ey.un á Lakjuni. Blankt atkvøddu Magnus S. Midjord og Birgir Petersen).