Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipað fyri sjálvbodnari leiting leygarmorgunin kl 9:30

John William Joensen

Jón Nolsøe Olsen, hevur umvegis facebook tikið stíl til at fólk kunnu sjálvboðin melda seg til at luttaka í leiting eftir horvna manninum sum hevur verði saknaður síðan leygarmorgunin 28. Desember

Jón Nolsøe Klein Olsen, hevur umvegis facebook tikið stíl til at fólk kunnu sjálvboðin melda seg til at luttaka í leiting eftir horvna manninum sum hevur verði saknaður síðan leygarmorgunin 28. Desember

Jón Nosøe Olsen, skrivar soleiðis:

Sum tit øll vita, so hendi ein syndarlig vanlukka í Oyndarfirði leygarmorgunin 28.des., sum ávirkar okkum øll uppá ymiskar mátar. Stór leiting bleiv sett í verk beinanvegin, men enn er Rani ikki funnin aftur.

Leygarmorgunin 4.januar kl. 09.30 fara vit við bátum úr Fuglafirði at leita. Vit byrja her á Fuglafirði og flyta okkum út í Djúpini. Klaksvíksbátar verða við í leitingini, og byrja teir suðuri við Gøtunes og ætla at leita norðureftir og møtast vit so við teimum í Djúpunum og halda áfram norðureftir.

Um fólk úr øðrum bygdum vilja hjálpa til at víðka um leitingina, eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Eg fari á henda hátt at biðja tykkum, sum kunna brúka leygardagin ella part av degnum til hetta, um at koma við at hjálpa, antin við báti ella til “útkikk”.

Um møguligt, takið kikara og bjargingarvest við.

Um tit hava onkran spurning, eru tit vælkomin at seta spurningin her á FB ella ringja til mín á 225475.

Er tad nakar inni á fb sum eigur vat/turrdragt, snorkil, brillur osf. og hevðið kunna hjalpt til i Oyndarfirði leygardagin um kl. 10? Vit hava brúk fyri so stórari hjalp sum møguligt ! Meiningin er at liggja a rað og snorkla har man sær niður á botn. Ring ella skriva til mín á 599921. Best hevði verið um tit høvdu útgerðina og skriva fult navn og tlf. nr. til mín sum eg kann gera ein lista av øllum sum eru við. So fáa tit sms sendandi um hvat og hvussu.

LES MEIRA HER: https://www.facebook.com/jonnolsoe?fref=ts